NSÍ hevur gjørt sáttmála við Haraldur Reinert Højgaard, sum skiftir frá B68 til NSÍ. Haraldur er toppskjútti hjá B68 higartil í ár og hevur gjørt sáttmála til 2015.
NSÍ hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla Harald R. Højgaard, sum skiftir frá B68, sum í løtuni spælir í næstbestu deildini. Har hevur Haraldur skotið níggju mál og er toppskjútti hjá felagnum.
Haraldur kann spæla bæði á miðjuni og í álopinum. Sáttmálin er galdandi í tvey og eitt hávt ár.
Herfyri settivar Heðin Askham settur sum nýggjur venjari hjá NSÍ.