Hóskvøldið vann EB/Streymur 1-0 á heimavølli ímóti ÍF, og í dag fáa fuglfirðingar møguleika á heimavølli at siga takk fyri seinast.
Nigerianski álopsspælarin Chris Muomaife hevur verið nógv skaðaplágaður, og tá ið hann hevur verið á vøllinum, hevur hann verið sannur fongur hjá ÍF. Tað sæst aftur í, at ÍF bara hevur tapt ein av níggju landskappingardystum, sum Chris hevur verið við í, og í at Chris skoraði seks mál í teimum trimum dystunum, sum undan vitjanini í Streymnesi bóru níggju stig við sær.
Hóskvøldið var stórur saknur í álopsspælaranum við Margáir. Tað er greitt, at Chris orsaka av skaða ikki verður við í dag, og tað er rættuliga ivasamt, hvussu nógv hann verður førur fyri at spæla aftrat í ár.
Bartal Eliasen var leikbannaður hóskvøldið. Hann verður við aftur í dag.
Hjá EB/Streymi vóru Gert Hansen og Egil á Bø leikbannaðir í gjárkvøldið. Teir vera báðir tøkir aftur sunnudagin. Pauli G. Hansen var ikki við í gjár orsaka av skaða. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin.
Tá ið EB/Streymur í 2. umfari vitjaði í Fuglafirði var eingin ivi. Sundalagsmenn fóru til hús við 4-0 sigri!