Toppskjúttin: Eg geri bara mítt besta

Kvøldsins toppskjútti á føroyska kvinnulandsliðnum, Kristianna Henneberg Joensen, tekur samanum dystin ímóti Íslandi

Føroyar taptu í kvøld 24-16 í næsta dystinum í HM-undankappingin í kvinnuhondbólti, sum verður spæld í høllini á Hálsi í hesum døgum. Stóri glottin á føroyska liðnum var Kristianna Henneberg Joensen, sum gjørdist toppskjútti við sjey málum. 

 

Tað varð væntað frammanundan, at íslendska mótstøðan fór at verða eitt sindur ov hørð fyri tað føroyska liðið. Kristianna Henneberg Joensen var sum heild nøgd við føroyska avrikið.

 

- Vit kempa væl allan dystin á tamb, men at enda blíva vit sera móðar. Vit megna eiheldur at skora upp á okkara kjansir, men kortini eru vit nøgdar við dystin sum heild. 

 

Føroyski toppskjúttin vísir á, at tað merkist sera væl, at kvinnurnar nú hava spælt tveir dystir upp á tveir dagar.

 

- Vit merkja tað sera væl, og vit eru troyttar. Longu í morgin er aftur dystur, so nú mugu vit hvíla væl.

 

Í gjár taptu Føroyar við tveimum málum ímóti Makedonia, meðan munurin ímóti Íslandi í kvøld gjørdist átta mál.

 

- Ísland var avgjørt eina tonn betri enn Makedonia. Vit merktu væl, at kropsliga vóru tær íslendsku betur fyri. Tað var ein størri avbjóðing at koma til málmøguleikar í dag, enn tað var ímóti Makedonia í gjár, sigur Kristianna Henneberg Joensen.

 

Um síni sjey mál sigur Kristianna Henneberg Joensen, at hon roynir at gera sítt besta.

 

- Eg fekk tilboð um at spæla á føroyska landsliðnum, og so royni eg bara at avrika so væl, sum eg kann. At tað gongst mær væl persónliga er sjálvandi stuttligt, sigur hon at enda.

 

Kristianna Henneberg Joensen er 20 ár og spælir til dagliga við danska FC Midtjylland.

 

Føroyar spæla sín seinasta dyst í hesari undankappingini í morgin ímóti Eysturríki. Dysturin byrjar klokkan 18.