John T. Poulsen gjørdi flest mál í 1.deild í fjør og nú er greitt, at hann heldur fram í FC Suðuroy komandi ár. FC Suðuroy flutti upp sum vinnari av 1.deild, meðan TB stjól hitt uppflytingarplássið við einum megnar háli í seinastu umførunum.
John Tordar Poulsen er 26-ára gamal og hevur umframt FC Suðuroy eisini spælt við MB og FC Hoyvík. Í fjør skjeyt hann ikki færri enn 27 mál í 25 dystum, sambært faroesoccer.com.
Hann gjørdi eisini vart við seg, tá hann í dystinum á Argjum móti AB í ár stóð í mál meginpartin av dystinum, tí málverjin fekk reytt kort. Støðan var tá 0-0 og tað endaði við, at FC Suðuroy vann dystin 1-0.
Tað er suðurrás, sum ber tíðindini.
(Mynd: John T. Poulsen í mál á Argjum)