Toppskjútti hugsar um pengar

Razak Omotoyossi gjørdist farna kappingarár toppskjútti í svensku fótbóltskappingini, og hann torir at siga tað, sum aðrir fótbóltsspælarar ikki vilja siga

Hann sigur, at hann hugsar um at tjena nógvar pengar av fótbólti, og tí skiftir hann ikki felag fyrr enn hann fær síni lønarkrøv eftirlíkað. Fleiri feløg hava víst spælaranum áhuga, men 22 ára gamli Omotoyossi hevur ikki havt hug at skifta enn. Omotoyossi er ættaður úr Nigeria og spælir fyri svenska felagið Helsingborg.