Toppskjúttarnir eru ársins áleyparar

Adeshina Lawal og Heidi Sevdal hava fingið í posa og sekk.

Tað kom ikki nakað óvæntað, tá ið ársins áleyparar í føroyskum fótbólti vórðu kosnir á ársins-tiltakinum hjá Miðlahúsinum og Fótbóltssambandinum í kvøld.


Tað vóru nevniliga toppskjúttarnir í mans- og kvinnudeildunum, nevniliga Adeshina Lawal (Víkingur) og Heidi Sevdal (EBS/Skála), ið vunnu hendan heiðurin.


Tey bæði hava fingið ríkiligt burturúr higartil. Adeshina Lawal og Heidi Sevdal hava vunnið føroyameistaraheitið, gullskógvin og heiðurin sum ársins áleypari.


Seinasti heiðurin er ikki latin í kvøld, so tað er møguleiki fyri, at tey vinna onkran heiður afturat.