22. umfar í bestu fótbóltsdeildini í Onglandi er á skránni í dag og í morgin, og síðsti dysturin verður mánakvøldið, tá ið Everton, sum framvegis stendur seg ógvuliga væl og er á fimta plássi, skal á vitjan hjá West Bromwich Albions.
Toppliðið Arsenal fær í dag vitjan av Fulham FC. Hóast René Meulensteen og hansara menn bara eru eitt stig frá niðurflytingarstrikuni, og hóast Arsenal er stórfavoirittur, so vísa royndirnar, at tað altíð er torført hjá stóru feløgunum í Loindon, tá ið tey fáa vitjan av øðrum feløgum í høvuðsstaðnum.
Manchester City er uppaftur størri favorittur enn Arsenal. Teir ljósabláu í Manchester fáa vitjan av Cardiff, sum bara hevur fingið eitt stig burturúr fimm teimum seinastu royndunum. Fyri Ole Gunnar Solskjær var tað stórt vónbrot, at tað seinast endaði við 2-0 tapi á heimavølli ímóti West Ham.
Í kvøld fær Liverpool vitjan av Aston Villa. Fyri viku síðani var Liverpool partur av málríkari uppgerð, tá ið tað eydnaðist at vinna 5-3 á útivølli ímóti Stoke.
Í morgin verður stórdysturin í London, tá ið Chelsea á Stamford Bridge fær vitjan av Manchester United. Gongdin higartil í hesum kappingarárinum ber við sær, at United má finna seg í, at heimaliðið verður roknað at vera stórur favorittur. Men tað verður á vøllinum, at tað verður avgjørt, og um tað skuldi eydnast David Moyes og hansara monnum at funnið stig í morgin, so hevði tað verið væl klárað.
Í dag
Sunderland-Southampton kl.12.45
Norwich-Hull kl. 15.00
West Ham-Newcastle kl. 15.00
Manchester City-Cardiff kl. 15.00
Crystal Palace-Stoke kl. 15.00
Arsenal-Fulham kl. 15.00
Liverpool-Aston Villa kl. 17.30
Sunnudagin
Swansea-Tottenham kl. 13.30
Chelsea-Manchester United kl. 16.00
Mánadagin
West Bromwich Albion-Everton kl. 20.00