Sammett við hini feløgini eru havnarfeløgini oftari á heimavølli. Fríggjakvøldið fyri góðari viku síðani var HB á útivølli ímóti B36, og nú bíða tveir heimadystir á páskum. Meistararnir verða roknaðir at vera FM favorittar, og hóast tað leikliga ikki alla tíðina hevur verið so sannførandi, sum tað kann roknast við, tá ið spælararnir eru so góðir, so vísir støðutalvan, at tað bara er eitt stig upp á toppin.
Felags fyri HB og toppliðið NSÍ, sum hittast seinnapartin, er, at leikliga avrikið í 1. hálvleiki í 4. umfari ikki var nakað at reypa av. Tað vóru venjararnir báðir samdir um.
NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, segði eftir 2-1 tapið í Fuglafirði, at hetta kundu hansara menn ikki bjóða fólki eina ferð aftrat, og tað var væl betri í 2. hálvleiki, sum NSÍ vann 1-0.
HB venjarin, Heðin Askham, var eisini opinskáraður eftir 1-1 javnleikin ímóti B36:
-Leikliga avrikið í 1. hálvleiki var serstakliga vánaligt. Kortini vunnu vit tann hálvleikin 1-0, og eftir steðgin reistu vit okkum, og tá kundu vit havt skorað bæði eitt og tvey mál aftrat.
HB er ósigrað, og hjá meistarunum er dagsskráin altíð – serliga á heimavølli – at vinna trý stig. Fótbóltshugað munnu minnast ólavsøkudag í fjør, tá ið HB vann 3-2 á NSÍ, sum rættiliga beit frá sær, men ikki hevði eydnuna við sær í avgerandi støðunum. Ta ferðina var Símun Samuelsen trífaldur HB málskjútti. Símun er ikki enn komin fyri seg, og hann sakna teir nógv í HB. Gunnar Haraldsen er framvegis skaddur.
Hóast Heðin Stenberg stóð seg væl, so kemur tað sjálvandi væl við hjá HB, at Teitur M. Gestsson aftur er millum stólparnar, eftir at hann hevur verið burtur orsaka av skaða í økslini.
Hjá NSÍ eru allir tøkur uttan Jústinus R. Hansen, sum orsaka av skaða ikki hevur verið við í ár, men sum nú er farin at venja aftur.










