Tað er rættuliga stutt millum dystirnar í næstbestu fótbóltsdeildini í hesi vikuni. Fult umfar var mikukvøldið, og aftur í dag verður spælt í 1. deild. Fýra uppgerðir eru í dag, og í morgin seta FC Suðuroy og B71 á Vágseiði punktum fyri sætta umfari.
Toppuppgerðin í dag verður á Toftum, har suverena oddaliðið, B68, fær vitjan av teimum næstbestu hjá HB, sum við 3-0 heimasigri á EB/Streymi mikukvøldið vunnu seg fram á næstfremsta plássið. B68 hevur fulla úrtøku, og HB hevur vunnið allar dystirnar uttan tann á útivølli ímóti FC Suðuroy.
KÍ, ið hevur sama stigatal sum HB, vann mikukvøldið við blaðungum liði sannførandi 6-0 sigur á heimavølli ímóti B71. Í dag fara klaksvíkingar út á Skála. Sum tað lagaði seg mikukvøldið, so høvdu skálamenn møguleika at leggja seg upp á síðuna av FC Suðuroy, HB og KÍ, men teir meiri enn hálvkiksaðu á heimavølli, tí úrslitið ímóti B36 var 2-2.
TB vann mikukvøldið við fleiri unglingaspælarum á liðnum søtan 4-3 sigur á Vágseiði. Tað er merkisvert, at næstbesta TB liðið er á sætta plássi í 1. deild. Í dag fær TB vitjan av Víkingi, sum er niðast á støðutalvuni.
B36 liðið vísti mikukvøldið tenn á Skála. Í dag fær árstalsfelagið vitjan av teimum næstbestu í EB/Streymi, sum mikukvøldið á sama vølli løgdu rygg til 3-0 tap ímóti HB.
Sum úrslitini hava lagað seg verður FC Suðuroy stórfavorittur í morgin, tá ið unga og óroynda B71 liðið verður gestur á Vágseiði.
Leygardagin 20. apríl
B36-EB/Streymur: Johan Petur Michelsen kl. 15.00
TB-Víkingur: Páll Augustinussen kl. 15.00
B68-HB: Súni Fríði Barbá kl. 16.00
Skála-KÍ: Pætur Albinus kl. 16.00
Sunnudagin 21. apríl
FC Suðuroy-B71: Bent Tommy Linklett kl. 14.45
Støðan undan 6. umfari
B68 15 stig
HB 9 stig
KÍ 9 stig
FC Suðuroy 9 stig
Skála 7 stig
TB 7 stig
EB/Streymur 5 stig
B36 4 stig
B71 4 stig
Víkingur 3 stig
Myndin er frá mikukvøldinum, tá ið B68 á Svangaskarði vann 2-0 á Víkingi. Hon sæst á www.b68.fo