Toppliðini spæla oftast javnt móti hvørjum øðrum

Aðru hvørja ferð spæla tey fremstu javnt í innanhýsis uppgerðum, og higartil hevur tað bara verið javnleikur fýra ferðir, tá ið tey fremstu hava spælt móti teimum aftastu, sum enn eiga fyrsta sigurin á ímóti teimum ovastu

FORMULADEILDIN 10. UMFAR

Tað gongur við strúkandi ferð. Sum umfar dettur av umfari boðar stigatalvan frá, at tað í toppinum gerst alt meiri spennandi.
EB/Streymur var fremst eftir 9. umfar, og samansetta liðið fer at halda sær á toppinum í hvussu so er inntil um eina viku. Í 11. umfari, sum verður 2. hvítusunnudag, verður toppuppgerð á Mølini, tá ið B36 fer at vitja.
Áhugavert er at staðfesta, at nógvar av uppgerðunum millum tey fremstu enda við javnleiki. Higartil hava tey seks, sum fyribils kappast um fremsta plássið og harvið FM heitið, dystast seytjan ferðir innanhýsis. Javnleikurin millum HB og EB/Streym var tann níggjundi millum tey seks ovastu. Tað vil við øðrum orðum siga, at higartil er tað eitt sindur meiri enn aðru hvørja ferð endað javnt, tá ið toppuppgerðir hava verið á skránni.
Tá ið trý stig verða latin fyri at vinna og bara eitt fyri at spæla javnt, so sigur tað seg sjálvt, at tað er dýrt at vera partur av javnleikum. Higartil hevur KÍ, sum leygarkvøldið legði rygg til fyrsta tapið í ár, oftast verið annar parturin av javnleikum. KÍ hevur fimm ferðir spælt javnt, og tað hevur kostað nógv í plaseringini sammett við t. d. EB/Streym, sum  á sama hátt sum KÍ  bara hevur tapt eina ferð. EB/Streymur hevur 21 stig, og KÍ hevur 17 stig.
Tá ið so nógvar av innanhýsis uppgerðunum millum tey fremstu enda javnar, hevur tað stóran týdning, hvussu feløgini standa seg móti teimum fýra, sum higartil hava víst seg at vera upplagdastu boðini upp á niðurflytingina.
Higartil hava EB/Streymur og B36 fingið 100 prosents úrtøku burturúr fýra dystum móti teimum 4 lægststaddu. GÍ og NSÍ hava fingið 13 stig burturúr 5 dystum, og HB og KÍ hava fingið 10 stig burtur úr fýra uppgerðum ímóti teimum fýra, sum eru lægst á talvuni.
Í 26 uppgerðum, sum tey fremstu hava spælt móti teimum aftaru, hava tey aftaru ongantíð vunnið. Fýra ferðir hevur tað verið javnt. Tað hevur kostað nógv hjá KÍ og HB at spæla javnt ímóti Skála, og tað hevur kostað nógv hjá GÍ og NSÍ at spæla javnt ímóti B68.
Í innanhýsis uppgerðunum millum tey fremstu hava EB/Streymur (HB og GÍ) og HB (NSÍ og B36) vunnið tvær ferðir. GÍ (HB), B36 (KÍ), NSÍ (EB/Streymur) og KÍ (NSÍ) hava vunnið eina ferð. Hesin veruleikin ber við sær, at B36 sigurin í Klaksvík leygarkvøldið var serliga søtur.
Úrtøkan burturúr toppdystunum hevur hjá EB/Streym verið 9 stig í 6 dystum, HB hevur fingið 8 stig burturúr 6 dystum, B36 og KÍ hava fingið 7 stig burturúr 6 dystum, GÍ hevur fingið 6 stig burturúr 5 dystum, og NSÍ hevur fingið 5 stig burturúr 5 toppuppgerðum. GÍ og NSÍ hava ikki vunnið á útivølli ímóti øðrum oddaliðum, og B36 og KÍ hava ikki vunnið á heimavølli ímóti øðrum oddaliðum. HB hevur vunnið á heimavølli ímóti NSÍ og á útivølli í Gundadali ímóti B36. EB/Streymur hevur vunnið á útivølli ímóti HB og á heimavølli ímóti GÍ.
Tvær oddauppgerðir og harvið ikki so lítið sannlíkir javnleikir verða á skránni 2. hvítusunnudag. Talan er um EB/Streym-B36 og HB-NSÍ. Hóast tættleikin er stórur millum tey fremstu, so er bara møguleiki hjá trimum at verða oddalið eftir 11. umfar: EB/Streymur, B36 og so GÍ, sum aftur skal royna seg á Svangaskarði, har teir fyrr í ár spældu javnt. GÍ verður nýtt oddalið, um teir vinna á Toftum, og um tað verður javnleikur á Eiði.
Hinir báðir dystirnir í 11. umfari eru VB/Sumba-KÍ og ÍF-Skála.