Sætta umfar í EFFO deildini er á skránni seinnapartin, tá ið fyrsta bríkslið verður klokkan 15.00 í øllum fýra uppgerðunum. Fimti dysturin var fríggjakvøldið, tá ið NSÍ í evstu løtu skoraði sigursmálið til 3-2 á útivølli ímóti AB. Tað úrslitið bar við sær, at NSÍ tók seg upp á fimta plássið, meðan AB framvegis einki stig eigur.
Í dag hittast toppliðini innanhýsis. Oddaliðið Víkingur vitjar í Gundadali, har HB, sum er eitt stig aftanfyri og á triðja plássi, tekur ímóti.
KÍ, ið er næstfremst við sama stigatali og málmuni sum HB, vitjar í Fuglafirði, har ÍF, sum er á fjórða plássi, tekur ímóti.
Tað er so mikið tætt í toppinum, at tað er møguleiki hjá trimum liðum seint seinnapartin at vera í oddasessinum Víkingi, KÍ og HB.
Eftir fimm umfør eru meistararnir í EB/Streymi næstaftast. TB er á 8. plássi, og tí verður uppgerðin millum hesi liðini við Margáir innanhýsis kapping um at sleppa undan niðurflytingarsessinum.
B36 skal vestur til Sørvágs. B36 og 07Vestur eru á ávikavist 6. og 7. plássi. Um tað lagar seg væl hjá árstalsfelagnum, so er møguleiki fyri, at liðið seint seinnapartin verður á
fjórða plássi. Um tað lagar seg illa, so er møguleiki fyri, at árstalsfelagið verður á 8. plássi. 07 Vestur kann við sigri lyfta seg eitt pláss og tap kann bera 8. plássið við sær.
Tað er kalt, men líkindini at spæla fótbólt verða góð seinnapartin. Hann sigur frá einum lítlum loti av suðri og útsynningi, onkrum ælingum og hitin verður upp í sjey stig.
EB/Streymur-TB: Rói Jacobsen kl. 15.00
HB-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
ÍF-KÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
07Vestur-B36: Alex Troleis kl. 15.00
Støðan
Víkingur 12 stig
KÍ 11 stig
HB 11 stig
ÍF 9 stig
NSÍ 8 stig
B36 6 stig
07 Vestur 5 stig
TB 5 stig
EB/Streymur 4 stig
AB 0 stig
NSÍ og AB hava spælt 6 dystir, og hini liðini hava spælt 5 dystir.