Toppliðini spæla ikki í dag

07 Vestur hevur møguleika fyri einsamalt at taka oddasessiun

Sambært skránni skuldi tað verið fult umfar í næstbestu fótbóltsdeildini ídag. Soleiðis verður tað ikki, tí tveir dystir eru útsettir.

Tað kemst av, at tvey lið í næstbestu deildini eru við í fjórðingsfinalunum í steypakappingini, sum verða spældar í dag og í morgin.

 

Giza/Hoyvík skuldi sambært skránni spælt landskappingardyst í Klaksvík í dag. Tann dysturin er útsettur, tí Giza/Hoyvík seinni í dag fær vitjan av Skála í fjórðingsfinaluni.

EB/Streymur skuldi sambært skránni spælt landskappingardyst í Vági í dag. Tann dysturin er útsettur, tí EB/Streymur í morgin skal spæla í steypakappingini í Runavík.

 

Tríggir dystir eru í dag:, og teir eru allir klokkan 15:

07 Vestur-HB: Bjarki Danielsen

B71-NSÍ: Rúni Gaardbo

AB-Víkingur: Bent Tommy Linklett

 

EB/Streymur og 07 Vestur eru topplið við 20 stigum. Tá ið dysturin hjá EB/Streymur í níggjunda umfari er útsettur, fer 07 Vestur – um tað eydnast at vinna á heimavølli ímóti HB – at leggja seg trý stig framum argasta kappingarneytan.