B36 hevur spælt ein dyst, B68 hevur spælt tríggjar dystir, og hini liðini hava spælt tveir dystir. Á graækarismessu varð farið undir landskappingina í kvinnudeildini, men eingin dystur hevur verið fýra tær seinastu vikurnar. Tað kemst av, at landsliðið fyrireikaði seg og síðani spældi HM undankapping á heimavølli.
Úrslitini í landsdystunum vóru glæsilig. Við sigrum á Luksemborg, Montenegro og Turkalandi vunnu Føroyar kappingina.
Í dag er tað aftur gerandisdagur í kvinnukappingini. Tær, sum síðstu vikurnar hava spælt og arbeitt saman øksl um øksl á landsliðnum, fara í dag at dystast ímóti hvørjari aðrari.
Toppdysturin verður í Klaksvík klokkan 12.30, tá ið felagsliðið EBS/Skála vitjar KÍ. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnar, og at úrtøkan er seks stig við málmuninum 7-1.
Síðstu árini hava uppgerðirnar millum KÍ og og EBS/Skála verið rættiliga avgerandi fyri, hvussu tað er endað í landskappingini. Dystirnir hava verið sera tættir og javnir, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini ídag.
HB og B68, sum bæði hava trý stig, hittast á Svangaskarði, og ÍF/Víkingur fær vitjan av B36. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey framvegis bíða eftir fyrsta stiginum.
KÍ-EBS/Skála: Stephan Petursson kl. 12.30
ÍF/Víkingur-B36: Áron Sofus Vest kl. 13.00
B68-HB: Bogi E. Hansen kl. 15.00









