Fótbóltur
Bæði heimaliðið, Middlesbrough og Manchester United høvdu nógv at spæla fyri, tó í hvør sínum enda á stigatalvuni í Premier League, tá tey møttust á Riverside Leikvøllinum. Manchester United vann dystin 2-0, støðan í hálvleikinum var 1-0. Jeremie Aliadiere hjá Middlesbrough hevði ein stóran málmøguleika tíðliga í dystinum, men Ben Foster í United-málinum bjargaði meistarliga. Stutt eftir hetta gav verjan hjá Middlesbrough Ryan Giggs gott pláss. Walisiski veteranurin takkaði fyri við at senda bóltin hart í netið við einum góðum vinstrabeinssparki.
Middlesbrough royndi at trýsta, men verjan hjá United stóð væl. Stutt aftaná steðgin fall sigursmálið. Koreanarin, Ji-Sung Park endaði eitt gott álop við at seta bóltin hegnisliga í netið til 2-0. Ímóti dystarenda hevði United nógvar møguleikar til at økja um leiðsluna, men tað bleiv við tey tvey málini. Liverpool vann 3-0 á Newcastle heima, og heldur áfram við at trýsta Manchester United, men í teimum síðstu fýra dystunum hevur Manchester United ráð at tapa ein og spæla ein javnan, um Liverpool vinnur teir tríggjar dystirnar, teir hava eftir.
Fult til Chelsea og Arsenal
Chelsea spælir enn fyri sínum møguleika, hóast hann minkar fyri hvørt umfar. Tað hevur eisini týdning at gerast nummar tvey, um fyrsta plássið gleppur, tí tað gevur beinleiðis atgongd til bólkaspælið í Champions League komandi kappingarár, og tí ræður um hjá Chelsea at halda fast.
Chelsea legði hart út ímóti Fulham, og longu í fyrsta minuttinum hevði Anelka lagt teir á odda. Men longu í fjórða minutti javnaði Erik Nevland fyri Fulham. Lìtil løta gekk, og so legði Malouda Chelsea á odda aftur. Í seinna hálvleiki staðfesti Didier Drogba sigurin hjá Chelsea. Nicklas Bendtner royndist Arsenal góður leygardagin.
Danin hevur fingið nógv oman yvir seg, tí hann hevur brent so nógvar málmøguleikar, men við tveimum málum ímóti Portsmouth á útivølli, var hann ein avgerandi faktorur í 3-0 sigrinum hjá Arsenal. Sunderland, Blackburn, Middlesbrough, Newcastle og West Bromwich taptu øll í botninum hetta vikuskiftið. Botnstríðið harðnar alsamt, og mong viðhaldsfólk bíta negl um lagnuna hjá liðunum.










