Fótbóltur
Talan gjørdist um status quo í toppinum í Premier League. Manchester United, Liverpool, Chelsea og Arsenal vunnu øll sínar dystir. Men tað einu løtuna var líkt til, at Liverpool aftur fór at vera oddalið í Premier League.
Tað sá annars einki út hjá Manchester United í steðginum ímóti Tottenham á Old Trafford leikvøllinum í Manchester. Hóast væl av málmøguleikum, so eydnaðist tað ikki heimaliðnum at koma á talvuna í fyrra hálvleiki. Tottenham var effektivari, enn heimaliðið, og í 29. og 32. minutti skoraðu Darren Bent og Modric til 1-0 og 2-0 til Tottenham, og teir hvítu úr London sóu trý stig fyri stavn, sum kunnu tryggja teimum eitt sjeynda pláss, sum fer at geva atgongd til Europa League, sum UEFA Cup kemur at eita í framtíðini.
United trýsti aftur í øðrum hálvleiki, men tað skuldi eitt nakað ivasamt brotsspark til, sum Howard Webb dømdi, tá hann metti, at Gomez í Tottenham-málinum feldi fyrrverandi Tottenham-spælaran, Michael Carrick. Ronaldo sett brotssparkið í netið, og so koyrdi tokið hjá Manchester United við fullari ferð.
10 minuttir seinni javnaði Rooney til 2-2, minuttin aftaná legði Ronaldo United á odda við einum stútara, og løtu seinni økti Rooney til 4-2. Síðani gekk ein lítil løta, og tá staðfesti fyrrverandi Tottenham-spælarin, Dimitar Berbatov sigurin, tá hann aftaná eitt mistak í Tottenham-verjuni skoraði til 5-2. Samlað hevði Manchester United væl fleiri royndir á málið, og var talan um ein uppibornan sigur, um enn fyrsta málið var ivasamt.
Cech bjargaði brotssparki
Liverpool og Chelsea løgdu trýst á Manchester United við at vinna sínar útidystir í Premier League fyr rum dagin. Chelsea var á vitjan hjá West Ham á Upton Park, og eydnaðist tað Chelsea at knógva heimaliðnum við einum teprum 1-0.
Sigursmálið skeyt Salomon Kalou, tá 10 minuttir vóru farnir av øðrum hálvleiki. Petr Cech í Chelsea-málinum, sum ikki hevur sæð ov gott út seinastu dystirnar vísti aftur gamlar dygdir, tá hann bjargaði einum brotssparki hjá Mark Noble. Mark Noble skeyt eitt brotsspark, sum sat væl og dygst, men Cech var, sum ein køttur og fekk bjargað Chelsea øll trý stigini.
Chelsea-venjarin, Guus Hiddink hevði nógv lovorð at bera Petr Cech aftaná dystin. Liverpool togaði seg fyribils uppá fremsta plássið við einum 3-1 sigri á útivølli ímóti Hull City. Alonso skeyt fyrsta málið hjá Liverpool, meðan Dirk Kuyt skoraði hini bæði málini hjá. Geovanni skoraði málið hjá Hull.
Staðfesti fjórða plássið
Arsenal tók ímóti Middlesbrough á Emirates Leikvøllinum í dag. Arsenal vann dystin 2-0 við tveimum málum hjá Cesc Fabregas. Støðan í hálvleikinum var 1-0.
Tá 26 minuttir vóru farnir fekk Arsenal enn eitt ótrúliga vakurt mál. Talan var um sera vakurt samanspæl millum Cesc Fabregas, Andrey Arshavin og Nicklas Bendtner. Úr vinstru síðu beinir Arshavin bóltin inn til Fabregas, sum var staddur við brotsteigarmarkið. Fabregas langaði bóltin í handara hornið til 1-0. Tá 67 minuttir vóru farnir fekk Arsenal sigursmálið. Emmanuel Eboue gevur Fabregas eina góða sending, sum rundar Brad Jones í Middlesbrough-málinum og skorar til 2-0.
Rok hevur annars verið um Fabregas í samband við ein dyst ímóti Hull, har hann skal hava spýtt eftir fólki. Tí kom tað eyka væl við hjá Fabregas at kunna vísa seg frá sínari bestu síðu.
Við sigrinum er Arsenal 10 stig frammanfyri Aston Villa, sum liggur á fimta plássi, og við fýra dystum eftir at spæla skuldi Champions League plássið hjá Arsenal verið heima.
Tætt í botninum
Middlesbrough liggur framvegis undir niðurflytingarstrikuni, og byrjar tað at síggja svart út hjá norðurenska liðnum.
Nógv lið stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Blackburn vann ein sera týdningarmiklan sigur, tá teir ígjár vunnu 2-0 á Wigan, sum hevur mest sum lívbjargað sær tilveruni í deildini. Benny Macarthy og Nelson syrgdu fyri málinum hjá Blackburn.
Bolton fekk eitt sera týdningarmikið stig á heimavølli ímóti Aston Villa við einum 1-1 javnleiki. West Bromwich spæla fyri sínum møguleika, og vann Birmingham-liðið 3-0 á
Sunderland, sum nú er av álvara hótt av niðurflytingarvandanum.
Í kvøld tekur Newcastle ímóti Portsmouth, og vinnur Newcastle ikki dystin, so er niðurflytingin ógvuliga sannlík. Fulham togaði seg uppá sjeynda plássið, sum gevur atgongd til Europa við einum 1-0 heimasigri á Stoke.
Nógvur spenningur verður seinastu fýra umførini um meistaraheiti, europeisk pláss og niðurflyting.