Seytjanda og fjórði síðsta umfar í kvinnudeildini í fótbólti verður ídag.
Dagsins umfar er eyðkent av, at tey trý, sum eru niðast á støðutalvuni, eiga heimavøll ímóti hinum trimum.
Felags fyri B36 og HB er, at tey venja í Gundadali. Í dag er tað B36, sum eigur heimavøll.
B68, sum stríðist fyri at vinna fyrsta sigurin í ár, eigur heimavøll ímóti KÍ, sum stríðist fyri at halda tørn í kappingini um FM.
Steypavinnararnir og FM favorittarnir í EBS/Skála fara seint seinnapartin at spæla á útivølli ímóti ÍF/Víkingi.
ÍF/Víkingur – EBS/Skála: Dávid Sjóstein kl. 17.45
B68 – KÍ: Bogi E. Hansen kl. 13.30
B36 – HB: Tóki Høghamar kl. 12.30
EBS/Skála | 16 | 13 | 1 | 2 | 66 | 12 | 40 |
KÍ | 16 | 12 | 2 | 2 | 48 | 15 | 38 |
HB | 16 | 12 | 1 | 3 | 63 | 16 | 37 |
ÍF/Víkingur | 16 | 6 | 0 | 10 | 24 | 44 | 18 |
B36 | 16 | 1 | 2 | 13 | 10 | 62 | 5 |
B68 | 16 | 0 | 2 | 14 | 12 | 74 | 2 |