Toppliðini eru á útivølli

Hetta vikuskiftið er tað friðarligt í heimliga fótbóltinum. Orsaka av altjóða uppgávunum verður ikki spælt í bestu mansdeildini, og næstbesta deildin heldur eisini frí.

Í bestu kvinnudeildini er fult umfar í dag.

KÍ og AB kappast um FM, og felags fyri tey bæði oddaliðini er, at tey í dag skulu royna seg á útivølli.

AB er partur av grannauppgerð í Gundadali, har HB er vertur. Hesin dysturin verður á ovara vølli aftaná, at B36 og Víkingur hava spælt á sama vølli.

KÍ fer út á Skála, har tær úr Klaksvík í 5. umfari vunnu 3-0. Í sama umfari vann AB 5-0 á HB í Gundadali, og B36 vann 4-3 á Víkingi í Gundadali.

 

Skála-KÍ: Janus Fossdalsá kl. 16.00

B36-Víkingur: Súni Fríði Barbá kl. 13.00

HB-AB: Dánjal M. Joensen kl. 16.00