Toppliðini eiga bestu málverjarnar

B36 er FM vinnari, EB/Streymur vann silvurkrónurnar í landskappingini og steypafinaluna, og Víkingur endaði á triðja plássi í landskappingini hjá monnum.

Í kvinnukappingini er KÍ FM vinnari og steypavinnari, AB vann silvurmerkini í báðum kappingunum, og B36 endaði á bronsuplássinum í landskappingini.

Tá ið ársins málverjar verða kosnir seinnapartin, so stendur valið ímillum málverjarnar hjá hesum feløgunum.

Meinhardt Joensen, B36, René Tórgarð, EB/Streymur, og Geza Turi, Vikingur, eru teir tríggir, sum í atkvøðugreiðsluni millum venjararnar, liðformenninar og ítróttartíðindafólkini fingu flestu avkvøðurnar, visti Sosialurin at siga fríggjadagin.

Í kappingini á kvinnusíðuni eru tað Bjarta Johansen, B36, Simona Heinesen, AB, og Randi Wardum, KÍ, sum kappingin stendur ímillum.

Tað verður avdúkað á almennari samkomu á Hvonn klokkan 17 í dag, hvørji eru kosin ársins málverjar. Til ber eisini at fylgja við á Rás2, sum sendir beinleiðis frá tiltakinum.