Hjá FC Hoyvík hevur tað seinastu vikurnar verið ógvuliga soltið. Nú er støðan soleiðis, at tað - um heilt illa vil til - kann enda við niðurflyting. Tað var fyrr í ár ikki ætlanin hjá FC Hoyvík. Tí er tað týsndingarmikið at vinna stig í dag ímóti oddaliðnum.
Sandoyingar, sum eru á næstfremsta plássi, eiga seint seinnapartin torføra avbjóðing í Leirvík.
Skála hevur seinastu vikurnar fingið so mikið burturúr, at tað nú er vón fyri, at tað skal eydnast skálamonnum at sleppa undan niðurflyting. Hesa ferð verður avbjóðingin ógvuliga stór. Dysturin millum TB og Skála verður spældur á Sevmýri í morgin. Allir hinir dystirnir verða spældir í dag.
23. umfar
Í dag
Víkingur-B71: Bent Tommy Linklett kl. 17.00
B68-NSÍ: Jón Kári í Brekkuni kl. 15.00
FC Hoyvík-VB/Sumba: Alex Troleis kl. 13.30
MB-HB: Birgir Sondum kl.
Í morgin
TB-Skála: Ransin Djurhuus kl. 15.00
VB/Sumba 44
B71 39
HB og TB 38
B68 31
NSÍ og FC Hoyvík 28
Víkingur 27
Skála 25
MB 8
Víkingur og NSÍ hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir.










