Tað er møguleiki fyri, at bæði FM og niðurflyting verða avgjørd á Svangaskarði ídag. EB/Streymur hevur møguleika at vinna FM, og um tað eydnast, so verður tað eisini greitt, at B68 næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini.
EB/Streymur er topplið og harvið FM favorittur. Egil á Bø er liðformaður hjá EB/Streymi, og hann ásannar, at støðutalvan leggur upp til, at hann og liðfelagarnir eru favorittar at vinna á Svangaskarði í morgin, men hann roknar við sera torførari avbjóðing, tí tað er felags fyri bæði liðini, at tað er sigurin, sum telur:
-Tað bíða okkum tvær torførar avbjóðingar. Eingin veit betri enn vit, at tað ber væl til at missa á stokkinum. Tí mugu vit vera fokuseraðir, og so fáa vit at síggja, hvørjum tað endar við.
Tað er møguleiki fyri, at tit kunnu tryggja tykkum FM á Svangaskarði?
-Tað hava vit yvirhøvur ikki hugsað um, og tað er ikki nakað, sum vit á nakran hátt kalkulera við.
Venjingarnar á Toftum hava verið góðar hesar báðu seinastu vikurnar. Tað var ikki nógv niðurflyting yvir avrikinum ímóti ÍF. Tá varð liðformaðurin Jann Ingi Petersen útvístur, og tískil er hann leikbannaður í morgin. Einar T. Hansen er tøkur aftur eftir leikbann. Remi Langgaard og Niklas Joensen eru tøkir aftur eftir skaðasteðg. Harald R. Højgaard er burturstaddur við U-19 landsliðnum.
B68 er trý stig og sjey mál aftanfyri TB. Um toftamenn skulu sleppa undan niðurflytingini, so er tað ein treyt, at teir hesa ferð vinna eitt stig meiri, enn TB ger, og at teir so vinna á útivølli ímóti TB í síðsta umfari.
-Vit hava tvey skot eftir í byrsuni. Vit kenna treytirnar, og vit kenna mótstøðuliðið. Nú fyrireika vit okkum til hesa uppgávuna, og vit trúgva uppá, at tað skal bera til soleiðis, sum tað vísti seg at bera til ímóti ÍF, sigur Bill Jacobsen. Hetta er triðja avbjóðingin hjá honum í ár við B68. Í fyrsta dystinum taptu hann og B68 stórt ímóti HB í Gundadali. So eydnaðist at vinna eitt stig á heimavølli ímóti ÍF. Nú er síðsta avbjóðingin í ár á heimavølli á skránni. Um tað ikki skal verða leygardagsfótbóltur næsta ár, so er neyðugt hjá B68 at vinna í hvussu so er eitt stig!