Tað verður landsdystur klokkan 17, tá ið Andorra verður gestur á Tórsvølli. Tí er eingin fótbóltur í tveimum teimum bestu deildunum á mannfólkasíðuni.
Í kvinnukappingini verður seytjanda umfar. Allir dystirnir vera tíðliga seinnapartin.
KÍ kvinnurnar hava luttikið í europeisku meistarakappingini. Tí hava tær spælt fjúrtan dystir, meðan hini liðini hava spælt fimtan og sekstan dystir. Útsettu dystirnir hjá KÍ eru á útivølli ímóti ÍF/Víkingi og á heimavølli ímóti B36. Hesir dystirnir verða spældir ávikavíst sunnudagin 10. september og mikudagin 27. september.
Meðan tær úr Klaksvík vóru í Kroatia spældu avbjóðararnir í FM stríðnum, EBS/Skála, tveir dystir. Tann fyrra vunnu tær 7-2 á útivølli ímóti B68, og tann seinna vunnu tær 4-0 á heimavølli ímóti HB. Tað kann vera, at málmunurin verður avgerandi, tá ið tað fer at verða gjørt upp sjeynda oktober, tá ið EBS/Skála fær vitjan av KÍ. Málmunurin hjá EBS/Skála er nú níggju mál betri, enn hann var, tá ið KÍ fór avstað við kós móti Kroatia.
Í dag verður EBS/Skála klokkan 13.30 á heimavølli á nýggja vøllinum á Eiði, har ÍF/Víkingur verður gestur. ÍF/Víkingur vann í sekstanda umfari 2-0 á útivølli ímóti B68.
Tveir dystir vera um somu tíð í Gundadali:
B36 fær klokkan 12.30 vitjan av B68 á ovara vølli, og klokkan 13.00 fær HB vitjan av KÍ. Tann dysturin verður á niðara vølli.
Støðan
http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=67