Tað eru KÍ og EBS/Skála, sum eru í sera tættari kapping um at vinna FM í kvinnufótbólti.
Í dag var fimtanda umfar. KÍ kvinnurnar hava seinastu vikuna verið á Kypros og spælt í europeisku meistarakappingini. Tí varð dysturin hjá KÍ kvinnunum í dag á útivølli ímóti HB útsettur. Heimadysturin hjá KÍ ímóti ÍF/Víkingi, sum skuldi vera fjúrtanda august, varð útsettur orsaka av syndarligu vanlukkuni í Leirvík.
Fjúrtanda august vann EBS/Skála 3-1 á útivølli ímóti HB. Í dag hevði EBS/Skála á heimavøli møguleika at leggja uppaftur størri trýst á KÍ, men tað kiksaði fullkomuliga.
B36 er á bronsuplássinum, og B36 kvinnurnar vístu í dag, at teirra lið er heilt gott. B36 fór av Skála við 2-0 sigri eftir málleysan fyrra hálvleik. Fimm minuttir eftir steðgin setti Vár Næs hol á, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Sunnrið Nielsen um leiðsluna.
Hetta var fimti B36 sigurin á rað.
Hetta úrslitið ber við sær, at EBS/Skála misti týðandi fet í kappingini við KÍ, sum hevur vunnið FM øll árini síðani 2000.
KÍ kvinnurnar vera við hús aftur í morgin eftir ferðina á Kypros. Teimum bíða stórar avboðingar. Umframt steypafinaluna ímóti HB leygardagin skulu tær í landskappingini eitt nú spæla ímóti bæði HB og B36 í Gundadali og ímóti B36 og EBS/Skála í Klaksvík.
Fimtanda umfar: B68-ÍF/Vikingur 0-1 – Bjørg Djurhuus skoraði sigursmálið í síðsta minutti, EBS/Skála-B36 0-2. Dysturin millum HB og KÍ varð útsettur.
Støðan: EBS/Skála 36 stig, KÍ 33 stig, B36 24 stig, ÍF/Víkingur 16 stig, HB 15 stig og B68 1 stig.
EBS/Skála, B36 og B68 hava spælt fimtan dystir, KÍ hevur spælt trettan dystir, og ÍF/Víkingur og HB hava spælt fjúrtan dystir.