Toppliðið er uppi á Brekku

Seinnapartin er fult umfar í næstbestu fótbóltsdeildini

Hóast tað resta átta umfør, og tað harvið eru 24 stig eftir at spæla um, so er tað mest sum greitt, at EB/Streymur og 07 Vestur næsta ár fara at spæla í bestu deildini. Heilt nógv skal venda øðrvísi leygardagin fyrsta oktober, enn tað ger nú, um AB og B71 ikki fara at flyta niður.

 

Í dag fer toppliðið EB/Streymur at spæla í Leirvík. Tá ið liðini spældu í triðja umfari uppi á Brekku, vann EB/Streymur 2-0 – Leif Niclasen skoraði bæði málini.

07 Vestur eigur heimavøll seinnapartin ímóti AB. Í triðja umfari vann 07 Vestur 3-1 ímóti AB á Dungasandi. AB hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið fýra stig – 2-0 ímóti B71 og mikukvøldið 1-1 í Leirvík. Sammett við fyrr í ár hevur liðið tvær tær seinastu ferðirnar verið styrkt við eitt nú Sandri Færø, Rasmus Dan Sørensen, Jónas Stenberg og Beinir Ellefsen.

 

FC Suðuroy, sum er seytjan stig aftanfyri 07 Vestur, eigur tíðliga seinnapartin torføra avbjóðing í Gundadali, har HB verður vertur. Tað var sera undirhaldandi og málríkt, tá ið hesi bæði liðini spældu í Gundadali leygardagin 2. apríl. Tá vann FC Suðuroy 4-3. Mamuka, sum var trífaldur málskjútti, skoraði sigursmálið í næstsíðsta minutti.

 

NSÍ er ovast av liðunum, sum ikki hava møguleika at flyta upp. Tíðliga seinnapartin fer Giza Hoyvík at vitja við Løkin. Giza Hoyvík er eitt stig aftanfyri FC Suðuroy og NSÍ. Harvið er møguleiki fyri, at vinnarin við Løkin í dag verður á bronsuplássi í kvøld. Í triiðja umfari vann NSÍ 2-0 á heimavølli ímóti Giza Hoyvík.

 

Næstbesta KÍ liðið er á veg av summarfestivalinum og um Skopunarfjørð. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at B71 fær vitjan av KÍ. Teir báðir fyrru dystirnir vóru í Klaksvík, har heimaliðið vann 3-1 og 4-2.

 

 

 

Víkingur-EB/Streymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

NSÍ-Giza Hoyvík: Rúni Gaardbo kl. 13.00

07 Vestur-AB: Súni Fríði Barbá kl. 15.00

HB-FC Suðuroy: Bjarki Danielsen kl. 13.00

B71-KÍ: Bent Tommy Linklett kl. 15.30

 

Støðan

EB/Streymur 49

07 Vestur 47

FC Suðuroy 30

NSÍ 30

Giza Hoyvík 29

KÍ 25

HB 21

Víkingur 18

AB 10

B71 7