Hon er gift við einum av heimsins ríkastu filmsstjørnum, nevniliga Tom Cruise, men 33 ára gamla Katie Holmes heldur seg ikki aftur, tá ið umræður at tjena pengar. Hon vil fegin royna seg innan modelheimin.
Og tað ger hon í einarin nýggjari reklamu fyri smúkkurnar hjá H. Stern, har hon vísir smúkkur men ikki so nógv annað.
Myndin omanfyri er ein teirra, sum miðlar hava bitið merki við, og tí hevur hendan myndin ferðast nógv á internetinum seinastu dagarnar.
Hetta er triðju ferð, at Katie Holmes er modell fyri H. Stern, og nógv bendir á, at hon frameftir fer at nýta sína orku uppá modell karrieruna heldur enn filmsheimin.
- Eg eri til reiðar at byrja uppá nakað nýtt í mínum lívi. Eg kundi hugsað mær at byrja eina karrieru innan sniðgeving. Men ikki alt ov skjótt, staðfestir Katie Holmes.
Hetta veit eb.dk í dag.








