Sum tað framgongur av niðanfyristandandi fløguummælum, so hava tey øll tað til felags, at talan er um bólkar, sum hava verið frammi í fleiri ár. Talan er sostatt um væletableraðar sangarar og bólkar, og átti hetta at borga fyri einari ávísari góðsku. Tá talan er um væl etablerað nøvn, er tó eisini ofta vandi fyri, at fløgur verða givnar út, í eini seinastu roynd at kroysta seinastu oyruni úr karrieruni, men fyri at siga tað beinanvegin, so haldi eg ikki, at hetta er aktuelt í hesum trimum førunum.
Tað koyrir bara
Fyrsta fløgan, sum eg legði í fløguskuffuna, var seinasta útgávan hjá Eurythmics. Tey bæði Dave Stewart og Annie Lennox, sum hava mannað bólkin øll árini eru framvegis í høgum metum kring allan heim, og tað er einki at taka seg aftur í, at tey sanniliga eisini hava uppiborið at vera kend millum manna.
Fløgurnar, sum tey hava latið úr hondum, mugu sigast at vera sera fjølbroyttar, og við hesari útgávuni má sigast, at tey eru komin enn eitt stig á tónleikarliga vegnum. Í øllum førum er langt frá disco-fresarunum, sum plágaðu dansigólvini fyri nøkrum síðani til meira stillisligu løgini á hesi fløguni. Lagið »I saved the world today« er longu vorðið eitt hit, og er tískil eingin orsøk til at geva júst hesum lagnum tað stóru umrøðuna. Hinvegin skal gerast vart við, at hetta er so langt í frá tað einasta lagið á fløguni, sum er vert at lurta eftir.
Løgini spenna sera vítt, onkur ballada, okkurt meira rockkent o.s.fr. Nomið verður við fleiri greinar innan tónleikin, og sjálvur haldi eg, at tey bæði sleppa væl frá øllum hesum royndum. Serliga dámar mær tó tær báðar skeringar »Power to the meek« og »I want it all«. Her kemur eitt sindur meira lív í tónleikin, og hóast tey kanska ikki liggja á ovastu rók í tekstskriving, so swinga hesi løg rættuliga væl í mínum oyrum.
Kvalitetur
Annie Lennox er framvegis ein sangarinna í heimsklassa, og tá Dave Stewart framhaldandi greiðir handfaringina av ljóðførum eins væl, sum hann altíð hevur gjørt, so verður úrslitið, sum tað er, uttan at hetta skal skiljast negativt.
Ein knallandi góð fløga, sum hóast hon er nakað stillislig, veruliga er krás fyri tónleikaáhugað.