Samferðsla
Smyril: Smyril fekk 29 av 30 møguligum stigum, tá ófráboðaðar bjargingarroyndir vóru umborð seinnapartin fríggjadagin. Tríggir mans frá danska Søfartsstyrelsen vóru umborð og gjørdu royndirnar, og teir vóru nøgdir við úrslitið.
Smyril var ikki meira enn komin út um grótkastið í Havn á veg til Suðuroyar seinnapartin fríggjadagin, tá alarmklokkurnar fóru í gongd, og fráboðanin á brúnni vísti, at maður var dottin út.
Manningin, sum júst var komin umborð, var á veg at skaffa, tá alarmurin fór í gongd, greiðir Pauli Larsen, skipari á Smyrli frá.
Tað var at loypa avstað at fáa MOB-bátin (Mand Over Bord) út, og tað gekk bæði skjótt og væl.
? So væl, sigur skiparin, at vit fingu fult stigatal, sum er 10, fyri venjingina.
Á veg suður vórðu tvær aðrar venjingar gjørdar. Ein brandvenjing og ein rýmingarvenjing. Og eisini har stóð manningin á Smyrli royndina. Fyri brandvenjingina góvu donsku eftirlitsmenninir eitt níggjutal, meðan teir góvu 10 fyri rýmingarvenjingina.
Teir tríggir eftirlitsmenninir frá danska Søfartsstryelsen vilja ikki gera viðmerkingar til úrslitini av slíkum royndum, fyrr enn teir hava latið almennu frágreiðingina frá sær.
Teir vilja tó siga so mikið sum tað, at umborð á Smyrli stóð heilt væl til í dag. Teir komu umborð og skipaðu fyri royndunum, uttan at manningin visti um tað.
Um stigatalvuna, sum gongur frá 0 til 10, siga teir, at verður givið 0-3, verður skipið afturhildið, og boð verða givin um at halda nýggjar venjingar beinanveg.
Verður latið 4-5, verður viðmerking gjørd í eftirlitsbókina um, at her skal gerast betri.
Verður givið 6-10, verða ongar atgerðir gjørdar móti skipinum, sum teir taka til.
? Og vi kan sige, at Smyril bliver ikke tilbageholdt, da vi kommer i havn, sum ein teirra tekur til.