Toppkarakter til Ríkisfelagsskapin

Sjálvt fullveldisfólk og misskiltir nationalistar, hvørs uppspardu pengar eisini eru bjargaðir, mugu nú viðganga sannleikan: vit hava innrættað okkum væl í Ríkisfelagsskapinum.

Allir føroyingar munnu fegnast um, at søgan um Eik Banka er endað so væl, sum vit nú síggja.? ?Sum kunnugt, er bankin seldur einum sterkum føroyskum samtaki, ið lovar at reka bankan varligari enn undarfarna leiðslan, ið má átaka sær ábyrgdina fyri, at bankin í fjør fór á húsagang.? ?Hitt mest gleðiliga er, at sorgarleikurin um Eik Banka er farin fram, uttan at tað hevur elvt til nakað skrædl í Føroyum. Stabiliteturin hevur verið varðveittur. Uppsparingin hjá føroyingum er intakt, og bankin hevur verið virkin alla tíðina innan fyri Finansiel Stabilitet, meðan óvanliga støðan hevur verið. ? ?Nú er støðan normaliserað aftur, og tað er sera týðandi fyri okkum í Føroyum.? ?Hetta er gingið júst eftir bókini, hóast summi hava roynt at billað fólki okkurt annað inn.? ?Søgan um húsagangin hjá Eik Banka er eisini søgan um, at Ríkisfelagsskapurin hevur staðið royndina – við toppkarakteri! Bankapakkarnir í Ríkinum, samstarvið í Fólkatinginum og góðu viðurskiftini millum leiðsluna í landsstýrinum og donsku stjórnina eru komin øllum føroyingum og samfelagnum til góða, tá ið brúk var fyri tí. ? ?Allar atfinningar og illgitingar ímóti okkara samstarvsfeløgum í Ríkisfelagsskapinum eru við hesum gjørdar til skammar.? ?Sjálvt fullveldisfólk og misskiltir nationalistar, hvørs uppspardu pengar eisini eru bjargaðir, mugu nú viðganga sannleikan: vit hava innrættað okkum væl í Ríkisfelagsskapinum. Tí eiga vit eisini at varðveita og útbyggja felagsskapin.? ?Hugsið tykkum, hvussu støðan hevði verið, um Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í 2008 høvdu fingið stundir at yvirtikið fíggjarøkið? Tá høvdu vit havt fíggjarligt kaos í Føroyum – eins og í Íslandi.? ?Eitt stórt tillukku til TF Holding. Tit hava keypt ein sunnan banka fyri ein rímiliga bíligan pening.  Vónandi stýra tit Eik Banka varliga og við hepnari hond.? ?Toppkarakter til Ríkisfelagsskapin!

Edmund Joensen, ?Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin