Toppfundurin verður mánadagin

24. umfar í Onglandi er á skránni í dag og teir báðar næstu dagarnar

Í dag og í morgin og mánakvøldið verður 24. umfar í fótbóltskappingini í Onglandi. Toppdysturin verður mánakvøldið, tá ið oddaliðið Manchester City fær vitjan av Chelsea, sum mitt í vikuni misti tvey stig, tá ið úrslitið á heimavølli ímóti West Ham var málleysur javnleikur

Manchester City hevur vunnið fulla úrtøku burturúr átta teimum seinastu landskappingardystunum. Millum mótstøðuliðini hava verið Liverpool, Arsenal og Tottenham. Um tað eydnast at senda Chelsea til hús við ongum, so verður ilt at ímynda sær, hvør skal bjóða oddaliðnum av.

Arsenal misti oddasessin, tá ið tað endaði 2-2 týskvøldið í Southampton. Spurnartekin hevur verið sett við, hvussu drúgvir teir í Arsenal fóru at vera. Higartil hava teir reyðu og hvítu hingið í. Í morgin hava teir møguleika at vinna seg upp aftur á toppin. Hvussu drúgvir teir verða har valdast um, hvussu tað verður í Manchester mánakvøldið.

 

Í dag

West Ham-Sansea kl. 12.45

Newcastle-Sunderland kl. 12.45

Stoke-Manchester United kl. 15.00

Hull-Tottenham kl. 15.00

Fulham-Southampton kl. 15.00

Everton-Aston Villa kl. 15.00

Cardiff-Norwich kl. 15.00

Í morgin

West Bromwich-Liverpool kl. 13.30

Arsenal-Crystal Palace kl. 16.00

Mánadagin

Manchester City-Chelsea kl. 20.00