Danmark og onnur lond skjóta upp, at í 2020 skal øll orkunýtsla í ES-londunum stava frá varandi orkukeldum. Í dag skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum taka støðu til, hvussu stóran dent ES skal leggja á at brúka varandi orkukeldur.
Týskland, Danmark og onnur lond skjóta upp, at í 2020 skulu 20 prosent av orkuni koma frá varandi orkukeldum, og at hendan ásetingin skal vera bindandi.
Men fleiri lond, teirra millum tey eysturevropeisku, eru ímóti uppskotinum.
Týski kanslarin, Angela Merkel, segði í gjárkvøldið, at hon fer at gera sítt ítarsta fyri at fáa uppskotið um tey 20 prosentini samtykt.