Samstundis summ talið á deyðum aftan á flóðalduna í Suðurasia er komið upp um 150.000, fyrireika fleiri politiskir leiðarar kring heimin seg til at fara til Indonesia at umrøða, hvussu tey oyðiløgdu økini skulu endurreisast.
Indonesiski forsetin, Susilo Bambang Yudhoyono, hevur boðið umboðum úr 17 londum til Jakarta, og fleiri av londunum hava boðað frá, at tey fara at senda umboð á fundin. Eitt nú hevur japanski forsætisráðharin, Junichiro Koizumi, sagt, at hann fer til Jakarta, og tað sama sigur kinesiski forsætisráðharrin, Wen Jiabao. Somu boð eru komin frá forsætisráðharrunum í Avstralia, Ný Sælandi, Suðurkorea og Singapore. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, kemur á fundin saman við Jan Egeland, varaaðalskrivara, sum hevur ábyrgdina av at samskipa ST-hjálpartiltøkini í vanlukkuøkinum. .
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, kom til vanlukkuøkið sunnudagin, men tað er ikki greitt, um hann fer at taka lut á fundinum hósdagin. Í Danmark er fráboðað, at Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, fer til Indonesia, og tað sama ger norski uttanríkisráðharrin, Jan Petersen.
44 lond stuðla
Í gjár vóru umleið 14 milliardir krónur játtaðar til arbeiðið at hjálpa teimum neyðstøddu í Suðurasia.
Japan hevur játtað at lata umleið 2,5 milliardir krónur og USA umleið 1,8 milliard. Bretland hevur latið 500 milliónir krónur, Svøríki góðar 400 milliónir, Spania 380, Kina 340, Frakland 320, Danmark 300, Avstralia 250, ES 220, Kanada 180, Niðurlond 180, Týskland 140, Írland 140, Noreg 100 og Finnland 30 milliónir krónur. Herumframt hevur Heimsbankin latið 1,2 milliard krónur.
Fleiri oljulond hava eisini játtað pengar til hjálpararbeiðið. Qatar hevur játtað 140 milliónir krónur, Saudiarabia 50, og Kuwait, Venesuela, Algeria, Sameindu Arabisku Emiratini og Libya hava játtað 10 milliónir í part.
Fleiri lond hava kunngjørt, at tey fara at lata meiri. Eitt nú hava bæði Danmark og Noreg nevnt, at tey fara kanska at lata eina milliard krónur í part.










