Toppfundur í L´Aquila

G8-leiðararnir fara kanska at halda toppfund í italska býnum, sum fór illa í jarðskjálvtanum fyri stuttum Í døgunum frá 8. til 10. juli skulu leiðararnir í G8-londunum halda toppfund í Italia. Ætlanin hevur verið at halda fundin á teirri lítlu oynni La Maddalena við Sardinia, men nú hevur Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, fingið tað hugskot at flyta fundin til býin L´Aquila, sum fór illa av jarðskjálvta tíðliga í hesum mánaðinum.

Forsætisráðharrin sigur, at tað er bíligari at halda fundin í L´Aquila enn á La Maddalena, og ágóðan av at flyta fundin ætlar hann at brúka til arbeiðið at endurreisa býin.

Fundurin kann tó ikki flytast, uttan at leiðararnir í hinum G8-londunum taka undir við tí, skrivar Reuters úr Rom.