Talan er um londini í tí sonevnda ASEM-samstarvinum, sum umfatar ES og tíggju lond í Asia. Høvuðsevnið á fundinum í Keypmannahavn er búskaparligt, sosialt og mentanarligt samstarv, men harumframt verða eisini samráðingar millum einstøk lond. Eitt nú skulu Suðurkorea og Japan hava ein fund sínamillum, og ES skal eisini hava fund við Kina.
Trygdartiltøkini í Keypmannahavn eru sera umfatandi, og løgreglumenn úr øllum landinum hava fingið boð um at koma til Keypmannahavnar at hjálpa løgregluni har. Herumframt hava teir einstøku leiðararnir ein riðil av trygdarmonnum og lívverjum við sær til Danmarkar.










