Toppferðin hjá Gilla var yvir 33 kilometrar um tíma

Gilli Sørensen fekk liðskiparabandið á U21-landsliðnum og sveik ikki álitið. Hann legði upp til bæði málini í 2-2 javnleikinum móti Rumenia fríggjakvøldið og stríddi manniliga. Gilli spældi við einum “Micoach Speed Cell” teljara og her eru frálíku tølini.

Í samstarv við Thomas Dam ítrótt hevur Sosialurin roynt Adidas teljaran, “Micoach Speed Cell” á Gilla Sørensen, meðan hann spældi U21-landsdyst móti Rumenia.
Jónas Edmund Tórálvsson Stenberg, sum arbeiðir hjá Thomas Dam itrótti, er liðskipari hjá AB og spælir við Micoach Speed Cell teljara.
Hann hevur greinað tølini, ið teljarin hevur spýt út eftir dystin móti Rumenia. Millum annað vísa tølini, at toppferðin hjá Gilla var 33,86 kilometrar um tíman. Samanlagt rann hann yvir 10 kilometrar. Ikki løgið, at tað var ein troyttan Gilla Sørensen, ið Sosialurin tosaði við eftir dystin.
- Sikken ein gýsari, vóru fyrstu orðini úr munninum á nýggja liðskiparanum á U21-landsliðnum. Spurdur um hvat nógv hann helt at hann hevði runnið var hann eitt sindur í iva.
- Eg veit ikki. Eg rokni við at eg havi runnið einar 9 kilometrar ella har um. Eg fekk krampa fimm minuttir fyri tíð. Av taktiskum orsøkum, so kom eg ikki so nógv framvið í seinna hálvleiki, sigur Gilli Sørensen, sum pástendur, at hann kann røkka eini toppferð upp á 35 kilometrar um tíman. Sosialurin fylgir málinum.

Mynd 1:(Myndir í Sosialinum)
Talvan vísur hvussu nógv Gilli hevur runnið við høgum intensiteti. Um vit taka teir fyrstu 15 minuttirnar, so hevur Gilli sprintað áleið 225 metrar. So Gilli hevur lagt hart út vísur talvan. Hann rennur ikki eins nógv í høgnum intensiteti í seinna hálvleiki, sum í fyrra hálvleiki. Hetta kann koma av at hann ikki orkar renna, ella av onkrum taktiskum orsøkum. Gilli rennur nógv í seinna hálvleiki men kemur ikki so ofta uppi í ferð

Mynd 2:
Hendan myndin vísur, at teljarin hevur verið tendraður í 1 tíma 54 minuttir og 15 sekund. Gilli var aktivur í 1 tíma 31 minuttir og 3 sekund. Tað svara áleið tile in fótbóltsdyst. Myndin vísur eisini, at Gilli hevur til samans runnið 10,51 kilometrar í dystinum.
Av teimun 10,51 kilometrunum hevur Gilli runnið 1.3 kilometrar við høgums intensiteti, ið svarar til 90 til 100 prosent av toppferðini.
Tey flestu vita at Gilli rennur sera skjótt og tað vísur teljarin eisini. Hægst ferðin hjá Gilla var 33,86 kilometrar um tíman.
Myndin vísur eisini, at Gilli hevur gjørt 51 explosivar sprintir. Sirkulin vísur, at næstan 50 prosent av tíðuni gongur ella stendur Gilli. Tó er vert at hava í huga, at útskiftingar, steðgir í dystinum, hálvleikurin, tá man fær "pep talk" frá venjarnum, ger at so stórur partur av talvuni vísur, at Gilli stendur ella gongur. Men hin hálvan av sirklinum sær gott út!

Mynd 3:
Hendan myndir vísur hvussu oftani Gilli kemur upp í sprint ferð. Her vert at leggja merki til munin millum fyrsta korterið, har Gilli heilar 16 ferðir kemur í sprint ferð, meðan hann næsta korterið bara fimm ferðir kemur upp í sprint ferð. Føroyska liðið trýsti høgt fyrsta korterið, men bleiv trýst nakað aftur næsta korterið.
Gilli er væl fyri og seinasta korterið kemur hann heilar 10 ferðir upp í toppferð. Tað vitnar um ein mann, sum er væl fyri og gongur á odda. Soleiðis eru sprintirnir deildir upp:
0-15 minuttir: 16 sprintir
16-30 minuttir: 5 sprintir
31-45 minuttir: 8 sprintir
46-60 minuttir: 6 sprintir
61-75 minuttir: 8 sprintir
76-90 minuttir: 10 sprintir
Til samans: 53 sprintir

Mynd 4
Hendan myndin hevur fleiri ymiskar renninar við enn fyrsta myndin. Eitt nú gongur/stendur stillur, Jogging -25%, Renning -50%, Renning við nógvari ferð -75% og Sprint -100%.
Men talvan vísur at Gilli rann nógv í fyrra hálvleiki og ikki líka nógv í seinna hálvleik. Her ber til at fáa fleiri upplýsningar við at trýsta á teimum ymsu stabbarnar.

Stubbi 1: (Hendan stubban skal mynd til av “Micoach Speed Cell”/liggur niðri á síðuni)

Hvat er Micoach Speed Cell?

Tað er ein teljari, sum ikki er størri enn eitt gummibomm og kann máta hvussu nógv tú hevur runnið, og hvussu skjótt tú hevur runnið. Lítli teljarin passar í botnin á nýggju Adidas gaggunum og ger sosatt ikki ónáðir meðan tú spælir.

Stubbi 2:

Hallur Hansson er næstur

Hallur Hansson hevur játtað at verða næsti spælarin, ið roynir Micoach Speed Cell teljarin. Av góðum grundum vita vit ikki um hann spælir týskvøldið, men um hann ger, so verður tað við teljara.

Stubbi 3:

Gilli móti Usain Bolt

Toppferin hjá Gilla var næstan 34 kilometrar um tíman. Usain Bolt liggur á áleið 44 kilometrum um tíman í toppferð. Usain Bolt heimsins skjótasti maður.