Í dag verður farið undir sluttspurtin í næstbestu fótbóltsdeildini. 24. og harvið fjórði síðsta umfar er á skránni.
B68 er oddalið, og HB er næstovast. Hesi bæði liðini bresta seinnapartin saman á Svangaskarði. HB var leingi sannførandi oddalið, men eftir at liðið einki stig hevur fingið burturúr fimm tær seinastu ferðirnar, og eftir at B68 hevur spælt sjey dystir á rað uttan at tapa – tríggjar javnleikir og fýra sigrar – eru toftamenn farnir tvey stig framum HB.
Hesi bæði liðini hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í 6. umfari var talan um málleysan javnleik á Toftum, og í 15. umfari vann HB 2-1 í Gundadali.
Saman við B68 kappast Skála og FC Suðuroy um tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey í dag spæla á heimavølli, og at tey mugu roknast at vera favorittar.
Skála fær vitjan av KÍ. Í 6. umfari fór KÍ av Skála við 2-1 tapi, og í 15. umfari endaði tað 2-2 í Klaksvík. Skála hevur níggju tær seinastu ferðirnar vunnið úrtøku. Talan er um fýra javnleikir og fimm sigrar. Eftir trý tap á rað reisti KÍ seg fyri tveimum vikum síðani, tá ið tað á heimavølli eydnaðist at vinna 2-1 á FC Suðuroy.
FC Suðuroy vann í 6. umfari 3-0 á Vágseiði ímóti B71. At sandoyingar eftir 15. umfar sendu suðuroyingarnar avstað við 2-1 tapi man vera tað úrslitið, sum teir í FC Suðuroy iðra seg mest av øllum um. Í dag hittast hesi liðini aftur á Vágseiði.
Væl mannað TB lið megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik á heimavølli ímóti B71 síðsta vikuskifti. Í dag eigur TB, sum er undir strikuni, heimavøll ímóti Víkingi, sum hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar millum hesi bæði liðini – 1-0 við Stórá og 2-1 í Leirvík.
Í Gundadali fær B36 vitjan av EB/Streymi, sum er tvey stig omanfyri strikuna. B36 hevur vunnið báðar dystirnar ímóti EB/Streymi – 6-1 í Gundadali og 3-2 við Margáir.
24. umfar í dag
B68-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00
Skála-KÍ: Súni Fríði Barbá kl. 16.00
B36-EB/Streymur: Rói Jacobsen kl. 15.00
TB-Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
FC Suðuroy-B71: Hallur Christiansen kl. 14.45
Støðan undan 24. umfari
B68 44
HB 42
Skála 39
FC Suðuroy 37
B36 33
Víkingur 33
KÍ 29
EB/Streymur 26
TB 24
B71 18