Fjúrtanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður í kvøld. Tá ið síðsta bríksl hevur verið í Klaksvík klokkan knapt hálvgum tíggju – í Klaksvík fer bólturin ikki á rull fyrrenn klokkan 19.30 – verður kappingin meiri enn hálvrunnin.
Fýra feløg, sum hava møguleika at flyta upp í bestu deildina, eru á fýra teimum fremstu plássunum. Felags fyri tey fýra er, at teimum bíða stórar avbjóðingar í kvøld.
Skála er næstovast, og í kvøld fær Skála vitjan av B68, sum er á triðja plássi. Tá ið liðini fyrsta mai hittust á Svangaskarði, vann B68 1-0. Síðani hevur Skála fimm seks dystir. Tríggir teir fyrstu vann Skála sannførandi við samlaða málmuninum 14-1. Síðani hevur úrslitið verið tvær ferðir 1-1 – á útivølli ímóti 07 Vestur og Víkingi.
Úrtøkan hjá B68 fimm tær seinastu ferðirnar er tríggir sigrar, ein javnleikur og eitt tap – 3-1 í Klaksvík.
Toppliðið 07 Vestur skal í kvøld spæla í Leirvík, har Víkingur fyri stuttum megnaði 1-1 ímóti Skála. 2. mai vann 07 Vestur 2-0 í Leirvík. Síðani tá hevur 07 Vestur vunnið tríggjar ferðir, og tvær ferðir er tað endað javnt.
B71 er á veg til Klaksvíkar. Tá ið klaksvíkingar 2. mai vóru gestir hjá B71, vann heimaliðið 1-0. Síðani tá hevur B71 vunnið tvær ferðir, tapt tvær ferðir og einaferð spælt javnt – 2-2 í Miðvági. Tað liggur í kortunum, at talan í kvøld verður um stóra avbjóðing hjá B71. KÍ vann leygardagin 2-1 á Argjum. Tá vóru fleiri, sum eru á og tætt at besta liðnum, millum teir ellivu á KÍ liðnum, og í kvøld er møguleiki, at uppaftur fleiri av ungu spælarunum, ið eru við til at manna besta liðið, vera á heimaliðnum, sum fær vitjan av B71.
Í Gundadali verður grannauppgerð millum B36, sum er undir strikuni og AB, sum er á fimta plássi. Tá ið liðini hittust á Argjum, var úrslitið 2-2.
NSÍ fær í kvøld vitjan av MB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum, men sum hevur staðið seg betri seinastu ferðirnar. Tá ið liðini hittust í Miðvági, vann NSÍ 5-0. Síðani tá hevur NSÍ vunnið eina ferð (5-0 á B36 á útivølli), spælt javnt á heimavølli ímóti 07 Vestur – 1-1 – og tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Tað kann roknast við, at NSÍ liðið verður væl mannað í kvøld.
14. umfar í kvøld
B36-AB: Vinjard Dam kl. 19.00
Skála-B68: Petur Reinert kl. 18.30
NSÍ-MB: Jan á Líðarenda kl. 18.30
Víkingur-07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 19.00
KÍ-B71: Bjarki Danielsen kl. 19.30
Støðan
07 Vestur 32
Skála 30
B68 26
B71 23
AB 23
KÍ 18
NSÍ 13
Víkingur 10
B36 8
MB 2
07 Vestur og NSÍ hava spælt 14 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir.
mynd: b71.fo