Besta fótbóltsdeildin heldur frí hetta vikuskiftið. Hetta vikuskiftið setti steypafinalan í gjárkvøldið dagsskránna. Næsta vikuskiftið verður heldur eingin fótbóltur í bestu deildini. Tá verður tað landsliið, sum fer at seta dagsskránna.
Í dag er 23. umfar í næstbestu deildini. Toppdystur verður við Margáir seinnapartin, tá ið EB/Streymur fær vitjan av 07 Vestur. EB/Streymur hevur tryggjað sær uppflyting. Nú er málið at vinna deildina. Tað eru fimm stig aftur til 07 Vestur, og málið at vinna deildina verður mest sum rokkið, um tað í dag endar við heimasigri.
07 Vestur er fjúrtan stig frammanfyri FC Suðuroy, sum í dag eigur heimavøll ímóti AB, ið mest sum ongan møguleika hevur at sleppa undan niðurflyting.
23. umfar
KÍ-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 17.00
Víkingur-HB: Súni Fríði Barbá kl. 17.00
EB/Streymur-07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 15.00
Giza Hoyvík-B71: Johan Petur Michelsen kl. 16.30
FC Suðuroy-AB: Lars Müller kl. 15.00
Støðan
EB/Streymur 58
07 Vestur 53
FC Suðuroy 39
Giza Hoyvík 38
NSÍ 31
KÍ 29
Víkingur 22
HB 21
AB 11
B71 10
FC Suðuroy og B71 hava spælt 21 dystir og hini liðini hava spælt 22 dystir.










