Toppdysturin verður á Svangaskarði

Úrslitið á Svangaskarði kann fara at hava týdning fyri, um tað verður eitt ella tað verða tvey lið, sum fara at flyta niður úr bestu deildini

Átjanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður í dag. Fyrsta bríksl var í Gundadali klokkan 12.15, tá ið B36 tók ímóti ÍF. Fuglfirðingar flyta niður úr bestu og í næstbestu deildina, og fuglfirðingar flyta niður úr næstbestu og í triðibestu deildina.

B36 er eitt av liðnum, sum kappast um at sleppa undan niðurflyting.

Síðsta bríksl verður í Klaksvík nakrar minuttir í tíggju í kvøld. KÍ, sum er á silvurplássi, fær vitjan av Giza Hoyvík, sum er eitt av liðunum, ið kappast við B36 um at sleppa undan níggjunda plássinum. Tá ið KÍ vitjaði Giza Hoyvík undan summarsteðginum, endaði tað við málleysum javnleiki.

 

Toppdysturin verður á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av oddaliðnum AB. Fimm tær seinastu ferðirnar hava argjamenn vunnið fulla úrtøku við málmuninum 24-1. B68 er á triðja plássi við 32 stigum. Um AB vinnur í dag, so økist møguleikin fyri, at næstu avbjóðararnir hjá B68 skulu fáa fatur á toftamonnum. Um B68 ikki megnar at vinna triðja plássið, so verður tað bara eitt lið, sum flytur upp.

 

 

 

KÍ-Giza Hoyvík: Janus Fossdalsá kl. 20.00

Víkingur-Suðringar: Dagfinn Forná kl. 15.00

B68-AB: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

HB-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

B36-ÍF: Rani Skaalum kl. 12.15

 

Støðan

AB 40

KÍ 36

B68 32

NSÍ 29

Víkingur 28

HB 24

Suðringar 19

Giza Hoyvík 17

B36 16

ÍF 0