3. juli endaði tað 1-1, tá ið Kí vitjaði í Sørvági. Síðani hava 07 Vestur og KÍ spælt tríggjar dystir. 07 Vestur hevur vunnið sjey stig við málmuninum 11-4, og KÍ hevur vunnið seks stig við málmuninum 13-4. Vágamenn hava spælt 3-3 ímóti EB/Streymi og vunnið á B68 og Víkingi, mean KÍ hevur tapt 4-2 ímóti Víkingi og vunnið á NSÍ og B68.
Í kvøld verður talan um oddauppgerð í Klaksvík: KÍ er fremst við 37 stigum, og 07 Vestur er næstfremst við 36 stigum.
TB, sum er á triðja plássi við 35 stigum, eigur seinnapartin heimavøll ímóti Víkingi. Hjá tvøramonnum ræður um at reisa seg eftir vónbrotið fyri einari viku síðani, tá ið TB í Runavík tapti 2-0.
FC Hoyvík, sum framvegis er undir strikuni, eigur í dag torføra uppgávu í Streymnesi. Í fyrstu atløgu skulu hoyvíkingar arbeiða fyri at fáa fatur á AB, sum í kvøld fær vitjan av NSÍ, ið er fjórða liðið, sum má roknast at vera partur av botnstríðnum.
HB, ið framvegis hevur møguleika at vinna heiðursmerkir, er stórfavorittur á heimavølli ímóti B68, sum framvegis eigur fyrsta sigurin til góða.
1. deild menn
HB-B68: Eiler Rasmussen kl. 15.00
TB-Víkingur: Rói Jacobsen kl. 15.00
KÍ-07 Vestur: Alex Troleis kl. 19.00
AB-NSÍ: Bent Tommy Linklett kl. 18.00
EB/Streymur-FC Hoyvík kl. Dia Lamhauge kl. 15.00
Støðan
KÍ 37
07 Vestur 36
TB 35
HB 30
EB/Streymur 29
Víkingur 25
NSÍ 22
AB 20
FC Hoyvík 17
B68 2
TB og HB hava spælt 19 dystir, og hini liðini hava spælt 18 dystir.