Sætta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni í góðveðrinum seinnapartin. Fyrsta bríksl var í Klaksvík klokkan 13, og síðsta bríksl verður á Skála fram ímóti klokkan 20 í kvøld.
Eftir fimm tey fyrstu umførini eru niðurflytararnir á Skála og í B68 ovast á talvuni. Felags fyri bæði liðini er, at tey framvegis eru ósigrað – fýra sigrar og ein javnleikur eru úrtøkan hjá báðum liðunum.
Í dag vitjar B68 í Sandavági, har 07Vestur er vertur. Hjá vágaliðnum er úrtøkan tríggir sigrar og eitt tap. Kanska var tað eitt sindur óvæntað, at tað fyri viku síðani endaði við 3-1 tapi á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá AB. Men næstbesta liðið hjá argjamonnum hevur staðið seg sera væl, og í dag er nýggj stór avbjóðing á skránni, tá ið AB vitjar á Skála.
B71 er framvegis ósigrað. Eftir tveir sigrar hevur úrtøkan tríggjar tær seinastu ferðirnar verið javnleikir. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað verið málleyst. Í dag eru sandoyingar í Gundadali ímóti næstbesta liðnum hjá B36, sum fyri viku síðani vann fyri fyrstu ferð í ár. Tá var úrslitið 3-2 heimasigur ímóti MB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta stiginum.
Í dag hevur MB nýggjan møguleika at vinna stig. Miðvingar eru partur av botnuppgerð í Klaksvík ímóti KÍ, sum hevur tapt tríggjar ferðir á rað.
Í Leirvík er grannauppgerð millum Víking og NSÍ, sum kappast fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni.
6. umfar í dag:
KÍ-MB: Bjarki Danielsen kl. 13.00
Víkingur-NSÍ: Johan Petur Michelsen kl. 14.00
07Vestur-B68: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
B36-B71: Vinjard Dam kl. 16.00
Skála-AB: Alex Troleis kl. 18.00
Støðan undan 6. umfari
Skála og B68 13
AB 10
07Vestur og B71 9
Víkingur og B36 5
NSÍ og KÍ 3
MB 0