Tað vóru EB/Streymur og NSÍ, sum kappaðust um meistaraheitið í fjør. Tað tykist tað eisini at vera í ár. Runavíkingar eru fimm stig aftanfyri EB/Streym, sum eisini í fjør hevði vunnið sær gott forspring, men har NSÍ megnaði at hála inn á og síðani yvirhála.
Tað ætlar NSÌ at gera aftur í ár. Til at fyribyrgja hesum hevur Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, so at siga allar mans tøkar. Høgni Zachariassen fær væntandi gipsi av beini sínum í vikuni, og verður, um alt gongst væl, tøkur um eini fimm vikur. Hann verður tískil ikki við í kvøld.
Tað verður Mikkjal Thomassen harafturímóti. Hann kom á vøllin á Oakwell Ground hósdagin, og er eisini klárur í kvøld. Tað sama eru Levi Hanssen og Hanus Eliasen, sum vóru skaddir, tá EB/Streymur var í Onglandi.
Hjá NSÍ eru tær allir mans tøkir. Einasti maðurin, sum møguliga kemur at sita uttanfyri, er Jónas Þór Næs. Hann breyt eitt bein í fótinum herfyri, men hevur havt hampiliga tíð at koma fyri seg í nú. Og tað vóna teir í Runavík sjálvsagt eisini, at hann er.
Dysturin við Margáir í Streymnesi byrjar kl. 19.00.