Toppdystur verður leygardagin

Kvinnur: Í Runavík endaði grannadysturin við javnleiki, meðan favorittarnir vunnu hinar tríggjar dystirnar

Mynd: hb.fo

Tað vóru ikki óvæntað úrslit, tá ið 10. umfar í kvinnukappingini var á skrá hetta vikuskiftið.

 

Undantakið var í Runavík, har stevnudysturin millum favorittarnar í NSÍ og Víking, sum tað higartil hevur gingið merkiliga illa hjá, endaði 1-1. Fyri at avgera, hvør skuldi eiga steypið, var neyðugt við brotssparkskapping, og hana vann NSÍ 4-2.

 

Toppliðið KÍ vann 4-1 í Sørvági, eftir at heimaliðið í 20 minuttir í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0.

 

EBS/Skála, sum er næstfremst vann 7-0 í Hólmanum á Eiði ímóti Suðriarliðnum.

 

Tað eru fýra stig frá KÍ og aftur til EBS/Skála, sum er næstfremst. 11. og síðsta umfar undan summarsteðginum verður leygardagin. Tá fær EBS/Skála vitjan av KÍ.

 

Grannauppgerðin í Gundadali í kvøld endaði við 2-1 sigri til HB, sum takkaði fyri seinast, tí fyrstu grannauppgerðina í Gundadali í ár vann B36 3-1.  

 

-

 

10. umfar

 

EBS/Skála – TB/FCS/Royn 7-0 (3-0)

 

1-0: Randi Fagradal 19.

 

2-0: Sarita Petersen 24.

 

3-0: Lea Lisberg 39.

 

4-0: Sigrun K. Kristiansen 50.

 

5-0: Lea Lisberg 83.

 

6-0: Kára Djurhuus 94.+

 

7-0: Jakobina Tórsdóttir 101.+

 

-

 

NSÍ – Víkingur 1-1 (0-0)

 

0-1: Jensa Tórolvsdóttir br 68.

 

1-1: Ansy S. Jakobsen 71.

 

-

 

07 Vestur – KÍ 1-4 (1-1)

 

1-0: Carol Assis Silva 19.

 

1-1: Eyðvør Klakstein 40.

 

1-2: Malena Olsen 57.

 

1-3: Malena Olsen 60.

 

1-4: Maria Biskopstø 83.

 

-

 

B36 – HB 1-2 (1-1)

 

0-1: Lea Tórarenni Johannesen 1.

 

1-1: Barbara M. Høgnesen 33.

 

1-2: Sunniva Willemoes 52.

 

-

 

        
1073028624
EBS/Skála10622291020
HB10613261219
B3610514341616
NSÍ10433231015
07 Vestur10406271812
Víkingur1022626198
TB/FCS/Royn10001011030

 

-

 

11. umfar

 

18. juni

 

EBS/Skála – KÍ

 

Víkingur – 07 Vestur

 

NSÍ – B36

 

TB/FCS/Royn – HB

 

Mynd: hb.fo