Toppdystur í Sørvági

Størsti spenninguyrin í flogbóltskappingini um vikuskiftið tykist vera í Sørvági, har mansliðið hjá SÍ tekur ímóti Mjølni.
Mjølnir hevur annars verið at kalla einaráðandi hetta kappingarárið, men við tapinum fyri Fleyr seinasta vikuskifti lótu teir av álvara upp fyri eini spennandi kapping.
So er spurningurin, hvørt tað skal eydnast SÍ at ota seg einsamalt fram í oddin, ella um talan bara var um ein lítlan kiksara hjá Mjølnir seinast.
Hin mansdysturin um vikuskiftið verður á Kambsdali, har Fleyr vitjar stigaleysa ÍF. Tað er í øllum førum ein dystur, sum Fleyr eigur at vinna, og tað skulu teir eisini, um ætlanin er at fylgja við frammi í oddinum.
Hjá kvinnunum tykist lítil ivi vera um, at tey trý fremstu liðini øll skulu fáa fult. TB vitjar hjá KÍF, sum hevur staðið seg hampuliga væl í ár, men spurningurin er tó, um tað er nóg mikið til at nerta TB.
Mjølnir hevur ikki verið til at steðga higartil, og lítið er at ivast í, at teirra sigursrøð heldur fram, tá vitjað verður í Sørvági.
Seinasti dysturin i bestu kvinnudeildini er millum ÍF og Dráttur. Dráttur hevur seinastu vikurnar víst, at tær væl kunnu arga fremstu liðini, og so er spurningurin, hvørt tær megna at halda góðu taktunum koyrandi.