Eftir eina viku í stórari steypagleði, skulu tey í Sørvági nú fáa armarnar niðuraftur, tí enn eru ikki allar súður syftar í landskappingini. Serliga hjá kvinnunum stendur ein krevjandi dystur fyri framman, tí sunnudagin kemur eitt sært TB-lið á vitjan.
Gamaní, eru tvørakvinnur eisini styrktar, tí Sólvá Dimon nú kann spæla við, men ósigurin fyri Fleyr í farnu viku tók fast. Og skal TB, sum framvegis er næstfremst, halda fast í møguleikanum fyri FM-finalu, er tað næstan eitt krav, at liðið megnar at vinna á SÍ.
Í hølunum á TB er Mjølnir, sum á heimavølli tekur ímóti botnliðnum, KÍF, og har roknar eingin við nøkrum øðrum enn einum tryggum 3-0 sigri til Mjølnir. Eisini er Fleyr, sum eftir TB-sigurin av nýggjum hevur meldað seg inn í heiðursmerkjastríðið, favorittur á útivølli ímóti ÍF.
Fleyr kann gera vørr
Menninir hjá SÍ spæla longu í morgin, tá teir í Sørvági taka ímóti ÍF. Her er lítil ivi um, at steypavinnararnir eru favorittar ímóti greipuvinnarunum frá í fjør, ÍF, sum ikki hava fingið nakað at riggað í vetur.
Tá er avbjóðingin hjá Mjølnir heldur torførari, tí klaksvíkingar skulu á útivølli spæla ímóti monnunum hjá Fleyr, sum ikki hava meira at spæla fyri, men í allan vetur hava verið akkurát ov stuttir í kappingini við tey bæði fremru liðini.