Toppdystur í Klaksvík

Í kvøld verður toppdystur í Klaksvík, tá Stjørnan er vertur fyri VÍF

Upprunaliga skuldi dysturin verið leiktur 16. januar, men tá Stjørnan skuldi leika dyst í steypakappingini sama dag, varð dysturin ístaðin ásettur at vera í dag.

Talan er um tey bæði ovastu liðini á stigatalvuni, og tá liðini bæði hava 11 stig hvør, kann VÍF koppa Stjørnuna av ovastu rók, um so er tær megna at endurtaka sigurin frá grundspælinum.

Tá varð VÍF einasta liðið, sum megnaði at vinna á Stjørnuni, so leikararnir vita av, uppgávan ikki er ógmøgulig, hóast hon kann tykjast nakað møtumikil.

Hóast liðini undan dystinum hava sama stigatal, so hevur Stjørnan tveir dystir til góðar, so hóast tær skuldu tapt, kunnu tær fravegis avgera alt einsamallar. Lítið er tó at ivast í, at Klaksvíksgenturnar longu nú ætla sær at sleppa leysar á stigatalvuni og harvið staðfesta oddastøðuna.