Toppdystur á Kambsdali

Fyrsti toppdystur í meistaradeildini hjá monnum verður sunnudagin, tá ÍF tekur ímóti Fram. Bæði liðini hava fult stigatal, so vinnarin sunnudagin leggur seg á odda í deildini.

Tveir dystir eru eisini á skránni í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum.Fyrri dysturin verður longu í kvøld, tá Fleyr tekur ímóti SÍ í Havn. Fleyr má metast at vera favorittur í hesum dystinum, og teir fara nokk at leggja nógv fyri í sínum royndum at fylgja oddaliðunum báðum, sum longu nú eru fýra stig undan hinum liðunum.
Størsti spenningurin verður tó á Kambsdali, har ÍF tekur ímóti Fram. Hesi bæði liðini hava vunnið allar sínar dystir, og tí er av stórum týdningi hjá báðum at vinna dystin sunnudagin fyri at varðveita oddasessin.
Vit frætta úr Fuglafirði, at onkur leikari hevur smærri snuddir, men at hetta ikki forðar teimum at spæla dystin sunnudagin. Vit frætta úr Fuglafirði, at teir ætla at vinna á Fram, tí teir ætla framhaldandi at vera fremst í deildini eftir komandi dyst.
Men ÍF fer ikki at vinna uttan mótstøðu. Fram ætlar eisini at vinna dystin í Fuglafirði sunnudagin, og tí kunnu fólk vænta eitt satt brak á Kambsdali, tá bæði oddaliðini møtast.