Toppdystur í Hoyvíkshøllini

Toppdystur verður í meistaradeildini hjá monnum í kvøld, tá Fram tekur ímóti oddaliðnum ÍF. Vinnur Fram dystin, so er status quo í oddinum í bestu mansdeildini.

FLOGBÓLTUR

Síðsta vikuskiftið fekk ÍF sítt fyrsta tap í meistaradeildini hjá monnum, tá teir vitjaðu hjá Mjølni í Klaksvík. ÍF tapti dystin 3-0, men munurin á liðunum var ikki tann heilt stóri.
Samstundis sum Mjølnir vann á ÍF, so megnaði Fram eisini at vinna sín dyst ímóti Fleyr, so nú er veruligur spenningur komin í oddin í bestu mansdeildini, har trý lið liggja jøvn við átta stigum. ÍF hevur tó leikt ein dyst færri enn bæði Mjølnir og Fram.
Í kvøld verður so aftur oddabrak á skránni, tá ÍF vitjar Fram í Hoyvíkshøllini. Í triðja umfari møttust júst hesi bæði liðini á Kambsdali, og tá gjørdist ÍF drúgvara liðið. Fuglfirðingarnir vunnu tann dystin 3-1, og løgdu seg tá einsamallar á odda.
Nú fær Fram møguleikan at hevna tapið á Kambsdali, og um teir megna at vinna í kvøld, so kunnu teir fyribils leggja seg einsamallar á odda bestu mansdeildini. Hjá ÍF ræður eisini um at vinna dystin fyri at koma aftur á rætta kós, og megna teir hetta, so vera teir aftur á odda.