Toppdystur á Hálsi í kvøld

Stjørnan er favorittur at vinna dystin, tí liðið hevur ongan dyst tapt higartil í kappingini.

 

Neistakvinnur hava tapt trý stig eru á øðrum plássi. Neistakvinnur taptu fyrsta dystin ímóti Stjørnuni í Klaksvík 28-22, men síðani tá er nógv vatn runnið í ánna. Megna neistakvinnur at endurtaka spælið og stríðsandan, liðið hevði ímóti Tjaldri í Havn, so fær Stjørnan skarpan gang.

 

Neistin og Stjørnan spæla í kvøld um fýra stig. Vinnur Neistin, er bara eitt stig millum Stjørnuna og Neistan. Vinnur Stjørnan, eru fimm stig millum bæði liðini.