Bæði hjá kvinnum og monnum er talan um toppdystir, tá fyrsta umfar í nýggja árinum verður í dag.
Í Eik liguni hjá kvinnum er toppdystur í Klaksvík í dag, tá Mjølnir og SÍ spæla. Tað er ein endurtøka av bæði steypafinalunum og FM finalunum frá í farna kappingarári. Mjølnir er oddalið við 27 stigum, meðan SÍ hevur 24 stig. Einasta tapið hjá SÍ er móti júst Mjølni.
Hjá monnum møtast Fleyr og ÍF, sum liggja nummar eitt og tvey í deildini. ÍF er tó greitt á odda við 24 stigum, sum er tvífalt so nógv sum Fleyr.
Flogbóltur:
Eik ligan Kvinnur:
ÍF Dráttur 14.00
Mjølnir SÍ 17.00
Ternan Fleyr 15.00
KÍF TB 14.00
Eik ligan Menn:
Mjølnir SÍ (15.00)
Fleyr ÍF (15.00)










