Toppdystur í bólki B

Kl. 17 byrjar dysturin millum Kroatia og Týskland í Klagenfurt. Bæði londini hava 3 stig aftaná fyrsta dystin. Týskland vann 2-0 á Póllandi, og Kroatia vann 1-0 á Eysturríki. Venjarin hjá Týsklandi, Joachim Löw ætlar ikki at gera nakrar stórar broytingar í mun til fyrsta dystin, møguliga verður talan um eina ella tvær broytingar. Liðskiparin hjá Týsklandi, Michael Ballack sær ikki nógva orsøk til at broyta uppá eitt vinnandi lið: ?Eg haldi persónliga, at tað ikki er nøkur grund til at broyta uppá liðið. Men sjálvsagt er tað upp til venjaran at avgera. Og venjarin má eisini taka støðið í mótstøðuliðnum.? Venjarin hjá Kroatia, Slaven Bilic ætlar at hava eitt hvassari álop til dystin ímóti Týsklandi, enn hann hevði ímóti Eysturríki. Sannlíkt er, at Slaven Bilic fer at brúka Ivan Klasnic, sum er føddur í Týsklandi. Ivan Klasnic spælir við Werder Bremen í týsku Bundesliguni. ?Eg eri her, og eg eri 100% klárur til uppgávuna.? Sigur Ivan Klasnic.