Toppdystur á Toftum

(1.deild menn) Toppdystur verður á Toftum í dag  millum B68 og FC Suðuroy. B68 liggur nummar tvey, meðan FC Suðuroy er nummar fýra. Skála, sum liggur á triðja plássi, sær vitjan av næstbesta liðnum hjá TB.

 

Tað var dagur í viku hjá toftamonnum, tá teir sum tað einasta av oddaliðnum í 1.deild vunnu. Í dag fáa teir vitjan av FC Suðuroy, sum saman við Skála eltir B68. Toftamenn eru trý stig frammanfyri FC Suðuroy og Skála.

 

Á Skála fær heimaliðið vitjan av TB, sum liggur til niðurflyting. Vinnur Skála, so er greitt at teir antin hála inn á B68 ella slíta seg leysar av FC Suðuroy.

 

Á Sandi verður lyklauppgerð fyri heimaliðið. Teir liggja niðast við 14 stigum, nú EB/Streymur er á skránni. EB/Streymur hevur fingið vind í seglini og hevur klatrað upp um niðurflytingarstrikuna og hevur 20 stig. Hetta er av sonnum ein týdningarmikil dystur fyri B71.

 

Fjórði dysturin hetta vikuskiftið er millum teir næstbestu hjá KÍ og Víkingi. Fimti dysturin í 21. umfari verður mikukvøldið í Gundadali millum HB og B36.

 

1.deild menn:

Í dag:

Skála – TB II (13.00)
B68 – FC Suðuroy (15.00)

KÍ II – Víkingur II (15.00)

B71 – EB/Streymur II (15.30)

 

Mikukvøldið:
HB II – B36 II (18.00)

 

Støðan:

1.     HB 42

2.     B68 37

3.     Skála 34

4.     FC Suðuroy 34

5.     B36 27

6.     Víkingur 27

7.     KÍ 26

8.     EB/Streymur 20

9.     TB 19

10. B71 14